Norrøna fær ikki lagt at

Keðiliga veðrið forðar Norrønu at leggja at í Hirtshals

(Mynd: Jens Kranen Photography / Flaskeposten.nu)

(Mynd: Jens Kranen Photography / Flaskeposten.nu)

Norrøna er komin í eina óhepna støðu orsakað av ringa veðrinum og fær tí ikki lagt at í Hirtshals. Hon hevur ligið í fleiri tímar og bíðað beint vestan fyri Hirtshals.

Ein roynd at leggja at varð gjørd í dag, men tað gekk ikki eftir vild í nógva vindinum. Avgerð varð tí tikin um at útseta tað til í morgin og liggja í bíðistøðu.

Á myndini niðan fyri her sæst, hvar Norrøna liggur. Myndin er frá Marine Traffic.

##med2##

(Mynd: Jens Kranen Photography / Flaskeposten.nu)