Norsk vinna fegnast um nýggju farleiðina

95 prosent av útflutninginum hjá Nutrimar fer nú sjóvegis og ikki á trailarum, og Smyril Line Cargo er við til at tryggja sjóvegis flutningin.

Myndina av Akranesi eigur Smyril Line Cargo.

Myndina av Akranesi eigur Smyril Line Cargo.

 

Norsku fyritøkurnar, Nutrimar og Frøya, hava nú sent 14.000 tons av sínum vørum sjóvegis úr Trønderlag í Noregi til marknaðirnar í Evropa, USA og Asia.

- Nutrimar, sum íløgufelagið Kverva hjá Gustav Witzøes eigur, er eitt av feløgunum, sum brúka nýggju sjóvegis farleiðina til feskan laks. Farleiðin byrjaði í august mánaði í fjør, og endamálið er at flyta feskan fisk úr Miðnoregi til Evropa og út á heimsmarknaðin annars.

iLaks, sum skrivar um hesa farleið, og hvussu hon higartil hevur roynst, vísir á, at ein annar stórur alari og veitari, Lerøy, eisini brúkar henda flutningsmøguleika, sum Smyril Line Cargo er partur av. Sambært iLaks hevur Lerøy áður sagt seg hava góðar royndir við nýggju møguleikunum.

- Vit deila avskipingina millum havnir í Orkanger og Hitra, og vit vóna, at fleiri, sum flyta út vørur, fara at velja sjóvegis farleiðina í staðin fyri flutning eftir vegunum. Sjóvegis farleiðin gevur nýggjar møguleikar at flyta vørurnar út á heimsmarknaðin.

Tað sigur Ingvild Nygård, samskipanarleiðari hjá Nutrimar, við iLaks.

Nutrimar starvast innan ymisk handilsøkir. Tað byrjaði í 2007 við avskurði og slógvi frá laksavirkinum, InnovaMar hjá SalMar. Hetta eru rávørur, sum verða virkaðar til laksamjøl og olju. Nú er virksemið ment til eisini at fevna um aðrar framleiðslur og vørur.

Í endanum av 2020 hevði fyritøkan 70 fólk í starvi og ein umsetning á stívliga 200 miljónir krónur. Samskipanarleiðarin, Ingvild Nygård, sigur við iLaks, at nýggja sjóvegis farleiðin hevur fleiri fyrimunir fyri virksemið hjá Nutrimar.

- Farleiðin minkar um flutningin eftir vegunum, og soleiðis minkar eisini útlátið. Hetta er ein smidlig og effektiv flutningsloysn. Tá meira góðs verður flutt sjóvegis, gevur hetta eisini fleiri arbeiðspláss í økinum. Okkara viðskiftafólk leggja eisini stóran dent á burðardyggleika, sigur hon.

##med2##

Myndina av Akranesi eigur Smyril Line Cargo.

Ingvild Nygård, samskipanarleiðari. Mynd: Nutrimar