Norska stjórnin á kreppufund um IS-kvinnu

Norski forsætisráðfrúan fer mánadagin at hitta forkvinna í Framburðsflokkinum um at lata eina IS-kvinnu við børnum sleppa heim til Noregs.

Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sigur, at »Bikarið er fult«, eftir at Noreg hevur gjørt av at heimtaka eina IS-kvinnu og børn hennara (Arkivfoto). - Foto: Benoit Tessier/Reuters

Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sigur, at »Bikarið er fult«, eftir at Noreg hevur gjørt av at heimtaka eina IS-kvinnu og børn hennara (Arkivfoto). - Foto: Benoit Tessier/Reuters

Norska forsætisráðfrúan, Erna Solberg úr Høyre, og forkvinnan í Framburðsflokkinum, Sive Jensen, hittast mánadagin at kjakast um eitt helst komandi stríð í stjórnini.

Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.

Trupulleikarnir stóðust av, at norskir myndugleikar hava hjálpt til at fáa eina norskt-pakistanska vkinnu við tveimum børnum heim úr Sýria. Annað barnið er álvarsliga sjúkt.

Kvinnan hevur gift seg við einum manni, sum hevur verið í bardaga fyri hernarliga bólkin Islamskan Stat.

– Vit hava avrátt ein fund mánadagin, har Siv Jensen fer at greiða frá teimum tiltøkum, sum Framburðsflokkurin hevur hótt við, at flokkurin fer at leggja fram, verður sagt í einum felags boðum frá Ernu Solberg og Siv Jensen til NTB.

Heimtøkan hevur ført til atfinningar í innflytarakritiska flokkinum, sum er ímóti at kvinnan og børn hennara sleppa til Noregs.

Forkvinna í Framburðsflokkinum er í ferð við at gera ein lista við krøvum til hinar stjórnarflokkarnar, Høyre, Kristiliga Fólkaflokkin og Venstre.

Siv Jensen, sum eisini er fíggjarmálaráðfrú, hevur hótt við, at flokkurin fer úr stjórnini. Hon sigur, at »bikarið er fult«.

Kvinnan, sum hevur sitið í flóttafólkalegu, er í dag á veg heim til Noregs, men er ikki lend í Noreg enn. Hon væntast at verða handtikin, so skjótt hon lendir, skrivar NTB.

Tíðindamiðilin Rojava information Center, sum hevur tíðindi úr kurdiska sjálvstýrandi økinum í Sýria, upplýsti í morgun, at kvinnan er latin norsku myndugleikunum. Tað skrivar miðilin á Twitter.

Siv Jensen hitti í dag norskar miðlar. Har var hon fámælt, tá hon varp spurd um órógvið í stjórnini.

– Leiðslan í Framburðsflokkinum er í ferð við at orða eitt svar upp á hetta. Eg havi ikki meira at siga júst nú, og eg komi aftur til tykkara, tá eg havi meira at siga, segði Siv Jensen

/ritzau/NTB

Forkvinnan í norska Framburðsflokkinum, Siv Jensen, sigur, at »Bikarið er fult«, eftir at Noreg hevur gjørt av at heimtaka eina IS-kvinnu og børn hennara (Arkivfoto). - Foto: Benoit Tessier/Reuters