Norski oljugrunnurin sett nýtt met

Ein av norsku oljuplattformunum í Norðsjónum. Mynd: Ritzau/Scanpix

Ein av norsku oljuplattformunum í Norðsjónum. Mynd: Ritzau/Scanpix

10.000 milliardir norskar krónur ella 7.336 milliardir danskar krónur. Tað er samlaða virðið á norska oljugrunninum, sum í dag hevur sett met. Aldrin áður hevur grunnurin havt eitt so stórt virði. Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.

Sambært Ritzau er tað góða gongdin á partabrævamarknaðinum og sterka støðan hjá amerikanska dollaranum, ið er orsøkin til nýggja metið.

Metið varð sett dagin eftir 50 ára dagin fyri, at norðmenn funnu olju á Ekofisk-feltinum, ið var fyrsti oljubrunnurin í Norra.

Sambært oljugrunninum eigur grunnurin nú yvir 1,8 milliónir norskar krónur ella 1,3 milliónir danskar krónur fyri hvønn einstaka persón í Norra. 

Ein av norsku oljuplattformunum í Norðsjónum. Mynd: Ritzau/Scanpix