Norsku Ingemars koma til Føroya

Nú er greitt, at eitt av kendastu dansibandsorkestrunum í Norðurlondum - norsku Ingemars - koma á Dansibandsfestivalin í Vági.

 

 

Ingemars hava síðan á vári í 1986 ferðast kring allan heim við sínum einastandandi dansibandstónum, og í mai komandi ár gongur leiðin hjá teimum so til Vágs, har Ingemars fara at spæla til dans á Dansibandsfestivalinum.

Ingemars eru mannaðir soleiðis: Terje Ingemar Larsson (sangur og gittar), Steve Andersson (sangur og bass), Odd Arne Sørensen (harmonika og klaver), Geir Paulsberg, (gittar), Håkon Aasheim (trummur) og Karl-Arne Sjøhaug (steelgittar og gittar).

Í tíðindaskrivi í kvøld verður víst á, at umframt Ingemars, fara eisini norsku Contrazt at spæla á Dansibandsfestivalinum í Vági, og hetta verða høvuðsnøvnini á festivalinum í 2020.