Noyðast at gera parkeringspláss uttan fyri Havnina til fólk av bygd

– So kunnu tey seta bilin har og koyra inn í Havnina við Bussleiðini

Vit sleppa ikki undan at gera eitt parkeringspláss í útjaðaranum í Havn til tey, sum koma til Havnar av bygd við bili.

Soleiðis tók Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, til á einum býráðsfundi í Havn herfyri.

Hon váttar nú, at tað er eitt mál, tey arbeiða við í Tórshavnar býráð fyri at bøta um ovurstóru parkeringstrupulleikarnar í Havn.

Hon sigur í hesum sambandi, at eitt, sum er umrøtt, er at gera eitt stórt parkeringspláss, onkustaðni uppi við Føroya Tele í Klingruni í útjaðaranum í Hoyvík.

Hon sigur, at endamálið við tí skal vera, at so kunnu fólk seta bilin frá sær har, fyri at koyra við Bussleiðini inn í býin - og út aftur. 

Hon heldur, at sostatt er tað neyðugt, at bussarnir koyra so mikið ofta, at fólk altíð kunnu leypa upp í ein buss og verða koyrt inn í Havnina.

Í dag koyra 11.000 bilar til og úr Havnini um dagin. Men hon heldur, at er tað nakað, sum heldur, at tað er strævið, so er bara at bíða til tað er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, tí tá verða 3000-4000 bilar afturat í Havnargøtum, sigur hon.

Á býráðsfundinum herfyri helt Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, og formaður í Teknisku Nevnd í Tórshavnar Býráð, eisini, at eitt parkeringspláss í utjaðarum í Havn er ein loysn, har fólk kunnu seta bilin og leypa í ein buss oman í býin. Men tað krevst, at bussarnir koyra so ofta, at tað er ein veruligur møguleiki.

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at Bussleiðin skal vera so góð, at hon verður eitt veruligt alternativt til bilin.

Og ætlanin var, at Bussleiðin skuldi vera uppalandi, og í hesum sambandi hugsar hon serliga um børnini, tí endamálið er, at Bussleiðin skal venja fólk av við at koyra bil, og at koyra í bussi ístaðin.

Men Annika Olsen sigur kortini, at tað einasta, sum kann sigast at vera ein endalig loysn á parkeringstrupulleikanum, er at gera ein parkeringstunnil undir Havnini.

 

Les meiri um tað her: Fara nú at fyrireika kollveltandi  tunnil undir Havnini