Noyddust av avlíva 361.000 rognkelsi

Kanningar, sum fiskadjóralækni hevur gjørt, vísa ikki, at fiskurin er svangur, ei heldur sjúkur.

 

Stóra alifyritøkan SalMar í Noregi hevur verið noydd at avlíva 361.000 rognkelsi orsakað av vantandi vøkstri alibrúki hjá felagnum í Langstein í Stjørdal kommunu.

Tíðindini um avlívingina eru partur av einari fráboðan hjá virkisleiðaranum í fyritøkuni, Marco Schaer. Fráboðanin er send norska matvørueftirlitinum hin 27. januar í ár.

Sambært SalMar er tilburðurin knýttur at einari ávísari alistøð hjá felagnum. Rognkelsini á hesi støðini hava havt og høvdu framvegis vánaligan vøkstur.

SalMar skrivar í fráboðanini, at rognkelsini, sum felagið alir, annars veksa væl, og lagt verður aftrat, at felagið alir tríggjar miljónir rognkelsi um árið.

- Tað er eingin illgruni um sjúku í alingini. Kanska stendst vantandi vøksturin av ov lítlari fóðring - ella er tað dygdin á rognunum, sum ikki hevur verið nóg góð.

Men, sambært fiskadjóralæknafrágreiðing um málið høvdu rognkelsini, sum vórðu slaktað, fóður í maga ella tarmum, og hetta var eisini galdandi fyri tann smæsta fiskin.

- Í desember vórðu vevnaðarroyndir tiknar av rognkelsum í nevndu aling, og royndirnar vístu einki óvanligt. Royndirnar vístu soleiðis heldur ikki, hví fiskurin ikki veksur nóg væl.

Frágreiðingin vísir, at fýra av fimm rognkelsum høvdu fóður og aktivitet maga ella tarmum. At onkur fiskur ikki hevur fóður í tarmunum, nýtist ikki at vera nakað sjúkutekin.

Aðrar kanningar vístu eisini góð úrslit.

iLaks hevur verið í samband við samtaksstjóran í hesum alipartinum hjá SalMar, Roger Bekken. Hann váttar hendingina, men sigur seg ikki hava fleiri viðmerkingar.

Í 2018 noyddist SalMar at avlíva 400.000 rognkelsi í sínari aling, eftir at fiskurin varð álopin av virus-sjúku.