Noyðist at taka koyrikortið av nýggjum

Løgreglan hevur kannað ferðsluna

 

 

Tíðliga í morgun var løgreglan á ferð at kanna ferðsluna. Hugsað varð mest um, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

Hesa ferð vóru tey á Kaldbaksvegnum og har vórðu tveir bilførarar skrivaðir upp. Annar fær eitt klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt 109 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80. Men verri var hjá einum øðrum bilførara. Hann fann upp á at yvirhála og í yvirhálingini kom ferðin heilt upp á 127 kilometrar um tíman.

Tað merkir, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann upp til nýggja koyriroynd, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir. Ger hann ikki tað, ella dumpar hann, missur hann koyrikortið.