Nú bragdar á Føroyabanka

Í fjør heyst fekk Magnus Heinason 431 kilo av toski á Føroyabanka, men hesaferð var samlaða toskanøgdin 2347 kilo.

 

- Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, sigur fiskifrøðingurin.

- Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, sigur fiskifrøðingurin.

 

Havrannsóknarskipið Magus Heinason hevur verið á Føroyabanka og gjørt árligu heyst yvirlitstrolingarnar. Teir vóru inni aftur týsmorgunin, og líkindini á túrinum vóru góð.

Tað eydnaðist at taka allar trolstøðirnar kring á Føroyabanka eftir lutfalsliga stuttari tíð. Tær 29 trolstøðirnar verða tiknar inni á tí grynsta og út á stívliga 600 metra dýpi.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum var toktleiðari á túrinum, sigur, at nú bragdar við toski aftur á Bankanum, og tað fegnast hann um.

Hann sigur, at tá Magnus Heinason gjørdi heyst yvirlitstrolingar um hesa tíðina í fjør, fingu teir tilsamans 431 kilo av toski, men hesaferð var samlaða toskanøgdin 2347 kilo.

- Árini 2006 til 2017 vóru heilt syndarlig. Taka vit nøgdina, vit fingu í yvirlitstrolingunum hesaferð, skulu vit heilt aftur til 2003 fyri at finna størri virði.

Petur Steingund vísir á, at áður varð sagt, at eitt minimun virði á Bankanum helst skuldi vera 100 kilo fyri hvønn troltíma, og í yvirlitstrolingunum hesaferð fingu teir 80 kilo hvønn troltíma.

- Tað er framvegis fult av hýsu á Føroyabanka. Hýsan er í góðum holdum, og toskurin er spikafeitur, sigur fiskifrøðingurin, sum Sosialurin, sum kemur í hvørt hús í dag, hevur skift orð við.

Í mun til tosk og hýsu á landgrunninum, har fiskurin hevur verið óvanliga rak í summar, er øðrvísi á Føroyabanka. Náttúruviðurskiftini har eru í løtuni øðrvísi og betri enn á landgrunninum.

- Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, staðfestur fiskifrøðingurin, Petur Steingrund.

- Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, sigur fiskifrøðingurin.