Klári ikki at flysa epli

Tað sigur Hans Jørgen Djurhuus, ið so gott sum hevur givið avboð til steypafinaluna

Mynd: (Sigmar Mørkøre) Hans Jørgen fær viðgerð fyri skaðan í økslini

Mynd: (Sigmar Mørkøre) Hans Jørgen fær viðgerð fyri skaðan í økslini

Víkingur má helst klára seg uttan fimmfalda steypavinnaran, Hans Jørgen Djurhuus, tá teir leygarkvøldið spæla finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Hann meiddi sær økslina í oddabrakinum sunnudagin.

 

- Eg klári ikki at flysa eitt epli í løtuni, so tað sær einki út. Eg vildi sagt, at tað eru eini 90 prosent sikkurt at eg ikki spælið, sigur Hans Jørgen Djurhuus harmur á málinum.

 

Hann lendi skeivt, tá hann fór í ein lufttvídyst í oddabrakinum móti B36 í Gundadali sunnudagin.

 

-       Eg visti beinanvegin, at okkurt var gali. Eg hoyrdi eitt knekk og fekk ilt í økslina, greiðir Hans Jørgen Djurhuus frá.

 

Hans Jørgen Djurhuus hevur saman við Atla Gregersen og Hanusi Jacobsen vunnið finaluna um Løgmanssteypið fimm ferðir. Fýra ferðir við Víkingi(2009, 12, 13, 14) og eina ferð við GÍ(2005).