Nú er aftur eitt sindur bíligari at liva í Føroyum

Serliga er tað prísurin á olju sum er nógv lækkaður

Prísurin á brennievni er nógv lækkaður, eisini á brennievni til bilar

Prísurin á brennievni er nógv lækkaður, eisini á brennievni til bilar

Hesa seinastu tíðina er tað vorðið heldur bíligari at liva í Føroyum. Tað er niðurstøðan, nú Hagstovan hevur roknað prístalið fyri annan ársfjórðing í ár, út.

Tølini vísa, at í miðal eru prísirnir lækkaðir, bæði síðani fyrsta ársfjórðing í ár og samanborið við annan ársfjórðing í fjør.

Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár prístalið lækkað 0,9 prosent í øðrum ársfjórðingi, og samanborið við annan ársfjórðing í fjør, eru prísirnir í miðal lækkaðir 0,1 prosent.

Sum heild verða prísir býttir í tólv bólkar av vørum og tænastum, og tað er ymiskt, hvussu prísirnir í hesum bólkum broytast. Harumframt er tað eisini ymiskt, hvussu nógv hesar vørurnar og tænasturnar hava at siga í einum vanligum húsarhaldi, og sostatt er tað eisini ymiskt, hvussu tey ávirkað prístalið.

Á listanum yvir tólv sløg av vørum og tænastum, eru prísir til bústað og til samskifti, umframt prísirnir til flutning og heilsu, lækkaðir hetta seinasta árið. Og í sambandi við útreiðslurnar til býli, er tað serliga príslækkingin á olju, sum ger mun, tí hann er lækkaður eini seks prosent.

Hinvegin eru aðrir prísir hækkaðir, eitt nú er prísurnir á klæðum og skóm, hækkaður yvir trý prosent.

 

##med2##

Útrokningin hjá Hagstovuni vísir eisini, at hesi seinastu tíggju árini hevur prísgongdin í Føroyum líkst nógv prísgongdini í øðrum londum, soleiðis sum myndin oman fyri vísir.

 

##med3"" 

Myndin oman fyri vísir eisini, at hesi seinastu 10 árini, líkist prísgongdin á húsarhaldsolju rættiliga nógv gongdini í øðrum londum. Tølini vísa, at prísirnir á húsarhaldsoljum er lækkaður heili 31 prosent frá mai 2019 til mai 2020.

Prísurin á brennievni er nógv lækkaður, eisini á brennievni til bilar