Nú er búgvið til at stytta arbeiðsvikuna

Fakfeløg hava sett fram ynski um at stytta arbeiðsvikuna, og hetta hevur verið uppi at vent hjá politikarum. Javnaðarflokkurin hevði hetta sum hjártamál, men tað eru nógvar aðrar grundgevingar fyri, at hetta burdi verið sett í verk. Og helst nú, tá ið farsóttin hevur sett ferðina niður í samfelagnum. Tað hava verið nógvar royndir at stytta arbeiðsvikuna og við tí úrsliti, at tað hevur verið jaligt bæði fyri arbeiðaran og arbeiðsplássið.

 

Tíð til lívið

Tað er sera trupult at fáa arbeiðslívið og familjulívið at hanga saman. Orkan røkkur ikki altíð til bæði, og raðfestingarnar í lívinum verða fløktar. Farsóttin hevur sett ferðina í landinum niður og givið okum tíð at hugsa um tilveruna, men spurningurin er, hvussu okur sleppa til arbeiðis aftur, og hvussu okur kunnu økja um arbeiðið ella framleiðsluna. Royndir frá londum, har tey hava stytt arbeiðsvikuna, bæði nú og fyrr, vísa okum, at arbeiðarin gerst meiri kraftmikil og tískil økir um framleiðsluna á arbeiðsstaðnum. Eisini hevur hetta við sær, at arbeiðarin hevur tíð og orku til familjuna. Rásarúm og økta orku fyri báðar partar.

 

Fáa gongd í aftur samfelagið

Endamálið nú er at fáa gongd á búskapin aftur. Í eini roynd at loysa henda trupulleika skjýtur Jacinda Ardern, forsetisráðkvinnan í Nýsælandi, upp, at gera arbeiðsdagarnar smidligari og at stytta arbeiðsvikuna niður í fýra arbeiðsdagar. Soleiðis er ætlanin at økja um ferðavinnuna. Tí í Nýsælandi, sum hjá okum, mæla tey til, at ferðast í egnum landi. Men aftur her er trupult, tá lítið av tíð og orku er eftir, og arbeiðsvikan ikki er smidlig nokk, til at fólk hava tíð til at ferðast ella annað.

 

Tess styttri, tess meira, og tess betri

Lond og virkir hava broytt arbeiðsvikuna, antin við eini stytting av arbeiðsvikuni ella við smidligari møguleikum, og úrslitini tala fyri seg í. Arbeiðarin er glaðari og meiri framleiðin, sum so eisini gevur arbeiðsgevaranum meiri framleiðslu. Men hetta hevur eisini havt við sær, at sálar- og likamlig heilsa betrast, somuleiðis sum umhvørvið, familja og sosial sambond betrast. Einamest hevur tað verið sálarheilsan hjá fólki, sum er umrødd, nú landið er farið niður í ferð, og hugsast kann, at hesin trupulleiki hevur ligið undir vatnskorpuni í væntu. Við at minka um byrðar, gerast tøkini lættari, so tað er møguligt hjá okum at betra um sálarheilsuna.

Sum Jacinda Ardern mælir til, haldi jeg, at okur í Føroyum, virkir og landið saman við fakfeløgunum, eiga at umhugsa at stytta arbeiðsvikuna. Fordømini eru mong, sum okur kunnu fylgja. Ein gyltur møguleiki, har okur kunnu økja um vælferð og framleiðslu. Soleiðis at okur aftur fáa gongd í búskapin og lívið. Og tíð til bæði.