Nú er corona komið til Grønlands

Nú er fyrsti tilburður av coronavirus staðfestur í Grønlandi. Viðkomandi er settur í sóttarhald heima. Sambúgvin hjá tí smittaða er eisini farin í sáttarhald heima

Fyrsti tilburðurin er staðfestur í dag.  Tað er ein persónur í høvuðsstaðnum, Nuuk, sum hevur fingið staðfest smittuna, upplýsir danska stjórnin.

– Landslæknin boðar frá, at fyrsti tilburðurin við coronavirus er nú er staðfestur í Grønlandi. Tann smittaði býr í Nuuk og er settur í sóttarhald heima, stendur í boðunum.

Fleiri upplýsingar eru ikki um tann smittaða. Hvørki, hvar viðkomandi hevur verið, ella hvar viðkomandi er smittaður. Kyn og aldur er heldur ikki upplýst.

/ritzau/