Nú er maðurin glaður aftur

Líka forharmaður Arnfinn á Birtuni var fyri eini viku síðani, líka fegin er hann í dag. Onkur hevur nevniliga gjørt valbussin hjá teimum aftur - í loyndum

Arnfinn á Birtuni er ein fegin maður í dag

Arnfinn á Birtuni er ein fegin maður í dag

Tað var ein glaður Arnfinnur í Birtuni, sum fór í garasjuna í morgun, har veljarabussurin hjá Framtakinum fyri at velja kannabis, stóð.

Framtakið, sum fer at stilla upp til løgtingsvalið, var annars fyri einum rættiligum bakkasti, tá ið valbussurin hjá teimum varð saboteraður. Eina náttina hevði onkur verið í garasjuni, har hann stóð, og hevði tikið setrini úr honum. Men tað ringasta var, at lykilin til bussin varð eisini burtur.

 

Les eisini: Valbussurin hjá Framtakinum saboteraður

 

Sostatt var alt valstríðið hjá teimum í vanda, tí tey hava at kalla ongar pengar at føra valstríð fyri og tí hevði hesin bussurin stóran týdning. Tey hava ætlað sær at ferðast kring landið við bussinum, og tey ætlaðu sær eisini á ólavsøku við honum at føra valstríð, men nú fóru allar ætlanirnar fyri skeyti.

Bussurin hevur staðið í eini garasju í Vági, har Arnfinn á Birtuni býr. Men tá ið hann fór í garasjuna í morgun, trúði hann valla sínum egnu eygum, sigur hann.

– Bussurin er gjørdur aftur. Setrini eru sett í hann, og ein heilur posi av lyklum lá í bussinum - og ein av lyklunum passaði til bussin, sigur hann.

Hann sigur, at tað er sum um at onkur vælmeinandi Robin Hood hevur verið upp á spæl, tí alt er gjørt í loyndum og tey hava ikki ánilisi av, hvør hevur verið og gjørt bussin aftur.

Kanska er tað tjóvurin og tey, sum framdu herverkið, sum fingið ringa samvitsku, leggur hann afturat.

Men hann sigur at sama ger, undir øllum umstøðum er hann fegin, tí nú sleppa tey kortini at ferðast kring landið at føra valstríð.

– Vìst eru hampafólk til, heldur hann skemtandi fyri.

Arnfinn á Birtuni er ein fegin maður í dag