Nú er málið loyst

– Málið er nú loyst. Veitararnir hava fingið sínar pengar, og teir koma nú og gera restina av arbeiðinum, so at vit kunnu lata hin partin av fjósinum upp, sigur Nils Absalonsen, ein av bóndunum á Viðareiði

Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen, bøndur á Viðareiði

Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen, bøndur á Viðareiði

Tað var í síðstu viku, at Sosialurin skrivaði um, at tríggir bøndur á Viðareiði komu í eina knípu, tí at Búnaðargrunnurin ikki vildi flyta pengar til veitarar fyri rokningar vegna arbeiði, ið er gjørt í fjósinum eysturi á Heiðum á Viðareiði.

Tað var í desember, at teir tríggir bøndurnir Esmar Sørensen, Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen lótu upp helvtina av nýggja fjósinum. Har hava teir í løtuni 59 neyt gangandi. Seinna helvt av fjósinum, har 60 neyt skulu ganga, var ætlanin at taka í nýtslu nú í januar.

Men handverkarar og aðrir veitarar komu ikki til arbeiðis eftir nýggjár, tí at teir høvdu ikki fingið pengar fyri arbeiðið, teir høvdu gjørt. Skipanin er tann, at bøndurnir hava fingið játtað 20 milliónir krónur í lán frá Búnaðargrunninum, og at grunnurin so rindar fyri rokningarnar, so hvørt tær koma inn.
 

Veitarar og handverkarar í gongd aftur

Í síðstu viku vóru starvsfólk frá Búnaðargrunninum norðurin á Viðareiði á fundi við bøndurnar, og síðani eru pengar fluttir fyri tær rokningarnar, ið lógu.

– Teir koma frá MBM í dag og byrja at seta seinnu mjólkimaskinuna upp, og norðmenn koma væntandi skjótt at seta fóðurskipanina upp. Handverkarar eru eisini komnir at gera sítt arbeiði, sigur Nils Absalonsen.

Ætlanin var, at seinni parturin av fjósinum skuldi takast í nýtslu í januar, men tað náa teir ikki.

– Nú vóni eg, at arbeiðið verður liðugt í februar, so at vit kunnu taka seinna partin av fjósinum í nýtslu, sigur Nils Absalonsen.

Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen, bøndur á Viðareiði