Nú er møguleikin at loysa fleiri trupulleikar í einum

Tá ið eitt prutl órógvar náttarfriðin, kunnu vit ringja til løgregluna - men er talan um eitt skip, er ongastaðni at fara

Eru tað prutl, sum órógvar fólk um kvøldarnar, ella um næturnar, ber til at ringja til løgregluna, og so fer løgreglan eftir teimum.

Men er tað hinvegin eitt skip, sum órógvar náttarfriðin hjá fólki í vikur og mánaðir, er eingin at venda sær til og einki krav er um, hvussu leingi larmurin kann halda fram.

Tað staðfesta tey í felagnum Heimafriði nú seinnapartin.

Felagið, Heimafriður, er stovnað fyri at arbeiða við trupulleikanum, ið nógv hava av, at skip liggja við bryggju um næturnar og larma, so at tey ikki fáa náttarfrið.

Tey vísa á, at borgarstjórar eru samdir um, at skulu stig takast fyri at loysa trupulleikan, er tað neyðugt, at felags reglur verða settar í verk fyri alt landið.

Skip standa fyri meiri enn 50 prosentum av øllum útlátinum í Føroyum. Og fáa skipini streym úr landi, ímeðan tey liggja við bryggju, minkar útlátið frá teimum og harvið útlátið hjá Føroyum, sum heild, siga tey í Heimafriði.

– Hetta er í samsvar við bæði París sáttmálan og tilmælini hjá IMO sigur felagið. Og tey leggja afturat, at somuleiðis fær SEV nýggjar kundar, sum kunnu geva fíggjarorku til at útbyggja fleiri varandi orkukeldur - og tað merkir so aftur, at framyvir fara skipini at fáa streym frá varandi orkukeldum, tá ið tey liggja við bryggju.

At gera íløgur í landstreym er ein sjálvsagdur møguleiki at loysa fleiri avbjóðingar í einum, siga tey.

Tey vísa á, at kommunurnar hava fulla heimild til at gera av, hvørjum skipum tey bjóða vælkomnum, og kommunurnar hava eisini ræðið á, hvat hvørjum støðum tær koma borgarum sínum í.

– Kommunurnar kunnu seta krøv, eins og allar aðrar kommunur uttanfyri Føroyar gera, siga tey.

Tey siga, at tey fáa dagliga klagur frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri skipum.

– Seinastu dagarnar hevur Heimafriður fingið fleiri klagur frá fólki í Saltingará, í Runavík, á Strondum, í Tórshavn, á Signabø, á Oyrareingjum, í Klaksvík og í Ánunum.

Tey vísa eisini á, at borgarstjórar í 96 stórbýum kring heimin standa nú saman um at taka ábyrgd fyri at minka um útlátið av veðurlagsgasssi.

Tað gera tey undir heitinum, býir verja sína borgarar.

So langt eru vit ikki komin í Føroyum enn, siga tey í Heimafriði.