Nú er parkering á Vestara bryggju tíðaravmarkað

Tað er bert er loyvt at parkera í avmerktum básum í 8 tímar millum klokkan 9 og 18 yrkadagar

 

Vestara bryggja í Havn er nú eitt 8 tíma parkeringsøki. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðu síni í dag. Tað hevur annars verið frítt at parkera á parkeringsplássunum á Vestara bryggju.

- Tað merkir, at tað bert er loyvt at parkera í avmerktum básum í 8 tímar millum klokkan 9 og 18 yrkadagar, skrivar Tórshavnar kommuna.