Nú er Skálafjørðurin reinur aftur

– Nú er at royna at fáa staðfest, hvaðani dálkingin stavar

Nú er allur Skálafjørðurin ruddaður aftir eftir umfatandi dálking við plastringum. Tað var fyrr í vikuni, at fólk vóru varug við, at mølin varð illa dálkað av plastringum og í fyrstu syftu sá tað út sum ein ógvuliga møtimikil uppgáva at rudda alt upp aftur.

Samstundis roynir løgreglan at finna fram til dálkingarkelduna.

Men Sunleiv Højgaard, leiðari fyri Skálafjarðar sløkkilið, sigur, at nú er allur fjørðurin ruddaður aftur.

Sløkkiliðið hevur tikið nakað upp og privatfólk hava tikið nokk so fitt upp.

Samstundis hevur Bakkafrost havt ruddingarviku og í tí sambandi hava fólk frá Bakkafrost eisini verið or rudda, so nú er einki at síggja longur, sigur leiðarin fyri sløkkiliðið.

Hann sigur, at dálkingin var kanska ikki heilt so umfatandi, sum tað sá út í fyrstuni, men tey fingu upp í nakrar stórar sekkir.