Nú er smiley-rundkoyringin ikki so gul longur

Soleiðis sær út í dag

Soleiðis sær út í dag

Í vetur var nýggja smiley-rundkoyringin á Landavegnum liðug. Smiley-rundkoyringin var heldur serlig, tí hon skuldi ikki líkjast nakrari aðrari rundkoyring í landinum. 

- Hendan skínur sum ein sól og er eitt stórt smíl. Hetta fer vónandi at hava við sær, at hon sæst væl í myrkri umframt at fáa fólk at smílast, skrivaði Tórshavnar kommuna, tá rundkoyringin var liðug, og har var latið upp fyri ferðslu.

Men nú byrjar hon at líkjast hinum vanligu rundkoyringunum alsamt meira. Guli liturin er næstan fánaður burtur, og tað er líka við, at svørtu dekk-strikurnar á smiley-høvdinum eru meira sjónligar enn sjálva smílið.

##med2##

Soleiðis sær út í dag

Fyrra myndin er frá desember 2018, seinna er frá 1. august 2019