Nú er støðan álvarslig

Landsstýrismaðurin lovar kortini, at vit skulu sleppa undan oljudálking

Um eina góða viku, tann 15. november, gevst IRF at taka ímóti spillolju frá skipum og virkjum.

Tey boðini hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, fingið frá sakføraranum hjá IRF.

IRF tekur ímóti spillolju frá skipum og virkjum við tí endamáli at reinsa hana og selja hana aftur. Men nú er eitt virki, sum hevur tikið ímóti reinsaðari spillolju, hildið upp at at taka ímóti olju, og sostatt er IRF komið í knípu, tí tey missa so mikið inntøku.

Tað er ein sáttmáli ímillum Landið og IRF um at IRF skal taka ímóti spillolju, og fyri tað fær IRF fýram illiónir um árið á Fíggjarlógini.

Men nú IRF missur inntøku, tí tey fáa ikki selt spillolju, er IRF so komið í ta støðu, at tey hava søkt um eina eykajáttan upp á 2,4 milliónir so at móttøkan kann halda fram.

Men landsstýrið vildi ikki ganga umsóknini á møti, og nú hevur IRF boðað frá, at spilloljuverkið gevst at taka ímóti spillolju tann 15. november.

Samstundis boðar IRF frá, at sáttmálin við Landið um at taka ímóti spillolju, verður sagdur upp við seks mánaða freist.

Stjórin í IRF hevur áður sagt, at hetta kann enda við ringastu umhvørvisvanlukku í Føroya søgu, um tað skuldi hent, at spilloljan so bara verður stoytt á sjógv, ella í náttúrna annars.

Helgi Abrahamsen sigur, at hetta kemur púra óvart á seg, tí hann hevur havt fund við IRF og har varð avrátt, at IRF skuldi royna at útvega aðra fígging. Ein máti er at taka gjald frá útlendskum skipum, sum hava spillolju, sum skal burturbeinast, tí tey rinda einki nú.

Men Helgi Abrahamsen leggur eisini dent á, at ein loysn skal finnast, tí vit skulu ikki enda aftur í teirri støðu, tá ið spillolja bara var stoytt á sjógv, ella í nátturuna annars. Og hann sigur, at hann fer nú á fund við IRF um máli við tí endamáli at finna eina loysn.

Men tinglimir halda, at nú er støðan so álvarsligt, at pengarnir mugu finnast, og tey halda eisini, at hetta hevur bráðskund. Tí heita tey á Løgtingið um at játta pengarnar.