Nú er talið 793

Hetta er meir enn fimm ferðir færri enn 4. apríl, tá 4.320 fólk fingu ískoyti úr serstøku korona-skipanini hjá ALS

Talið á teimum, sum fáa ískoyti úr serligu korona lønarískoytisskipanini hjá ALS heldur á við at lækka.

 

Nú fáa 793 fólk ískoyti úr lønarískoytisskipanini hjá ALS. Av hesum eru 335 kvinnur, og 458 eru menn. Tá talið var hægst 4. apríl 2020, fingu 4320 føroyingar ískoyti frá ALS, og síðani er talið minkað støðugt. 

 

##med2##

 

Serskipanin hjá ALS er longd fram til 31. august, men nú umsitur ALS skipanina, og landskassin rindar ískoyti.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Sum myndin omanfyri vísir, so eru fleiri enn helmingurin av teimum, sum fáa ískoyti úr Suðurstreymoy.

 

 

Umframt tey, sum fáa lønarískoyti, eru 456 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul.

mynd: als.fo

mynd: als.fo