Nú er toskur aftur á Føroyabanka

- So nógvur toskur hevur ikki verið á Føroyabanka síðan 2002, siga menn, sum vóru við Magnusi Heinasyni á Bankanum.

 

Um kvøldið hin 18. mars fór havrannsóknarskipið Magnus Heinason á Føroyabanka at gera árligu vár yvirlitstrolingarnar. Hetta eru royndir, sum verða gjørdar á hvørjum ári, bæði um várið og um heystið.

Tað grunna á Føroyabanka hevur verið stongt fyri allari vinnuligari veiði í fleiri ár, men hóast hetta hevur tað gingið seint hjá toskinum at komið fyri seg aftur. Í fjør vóru tó ymisk tekin um batar at hóma.

Nøkur ár eru síðan, at royndirnar fyrstu ferð vístu, at rættiliga nógv hýsa er á Bankanum, og hetta hevur verið hýsa í ymiskum støddum og stórum nøgdum.

Truplari hevur verið við toskinum at komið fyri seg, tó at hýsa og toskur plaga at fylgjast so nøkulunda. Haraftrat hevur rættiliga nógvur toskur verið á landgrunninum annars seinnu árini.

Í yvirlitstrolingum í fjør vóru ábendingum um, at toskurin á Føroyabanka so smátt var við at mennast aftur, og felags fyri bæði tosk og hýsu á Bankanum hevur verið, at fiskurin er í góðum standi.

Meðan bæði toskur og hýsa á landgrunninum vóru rak í seinnu hálvu av árinum í fjør, eins og hesin fiskur á landgrunninum hevur verið undir miðal til fiti í vetur eisini, hevur fiskurin á Bankanum verið feitur.

##med2##

Í yvirlitstrolingum hjá Magnusi Heinasyni í fjør heyst varð staðfest, at onkrir smærri toskar eisini vóru uppi í veiðini, og hetta er ikki so vanligt í slíkum royndum. Men, hetta kundi týtt upp á, at okkurt er við at henda á Bankanum.

Nú hevur Magnus Heinason so aftur verið á Føroyabanka og menn, sum vóru við á túrinum, siga, at her hevur ikki verið so nógvur toskur síðan í 2002.

- Nú er toskurin komin aftur, og nú kunnu vit siga, at tað hevur loyst seg at havt Bankan friðan fyri vinnuligari hesi ár, siga menn.

In.fo fer at venda aftur til toskin á Føroyabanka í aðrari grein í dag. Viðheftu myndir eiga Rósing Lydersen og Knút Olsen.

##med3##