Elding stóra framgongd

At meira gongd er í privatu nýtsluni hjá føroyskum brúkarum sæst væl aftur í nýggjasta ársroknskapinum hjá Sp/f Elding, ið trífaldaði avlopið í mun til undanfarna ár.

At meira gongd er í privatu nýtsluni hjá føroyskum brúkarum sæst væl aftur í nýggjasta ársroknskapinum hjá Sp/f Elding, ið trífaldaði avlopið í mun til undanfarna ár.

 

Elding er limur í størstu el-ketuni í Norðurlondum, El-Giganten, sum so aftur er partur av bretsku risaketuni Dixons, sum er ein tann størsta el-ketan í heiminum. Elding selur sjónvørp, DVD, stereoanlegg, flatskermar, upptøkutól, teldur, filmar, fløgur, ljóðføri, hvítvørur, smærri el tól og mangt annað.

 

Úrslitið á niðastu linju gjørdist eitt avlop á  2,1 milliónir krónur eftir skatt í mun til 863.000 krónur undanfarna ár.

Eginpeningur hjá Sp/F Elding var við árslok 8,3 milliónir krónur.

 

Les meira í BL.FO VIÐ AT TRÝSTA HER