Nú eru 24 fólk við koronavirus deyð í Danmark

Myndugleikarnir í Danmark hava broytt uppgerðina fyri talið av deyðum við koronavirus. 24 eru nú deyð eftir at verða smittað.

Ein nýggj uppgerð í dag vísir, at 24 persónar, sum hava verið smittaðir við koronavirus, eru deyðir í Danmark.

Seinasta dagføringin frá vikuskiftinum var, at 13 persónar við koronavirus vóru deyðir, men Statens Serum Institut, sum ger tølini upp, hevur til hesa dagføring broyt mátan, sum talið verðu gjørt upp uppá.

Tað er tí ógreitt, um tølini kunnu samanberast.

Definitiónin er framvegis av talinum av persónum, sum eru deyðir, 60 dagar eftir at ávíst er Covid-19-smitta. Covid-19 er sjúkan, sum koronavirusið gevur.

– Deyðstølini higartil hava verið grunda á cpr-skrásetingina. Tølini fara frá 23. mars og frameftir at verða grundað á Dødsårsagsregistret, skrivar danska heilsustýrið á heimasíðuni.

– Hetta verður dagført við minni seinkingum enn VPR-skrásetingin. Tí hevur skiftið til Dødsårsagsregistret við sær, at deyðsføllini frá vikuskiftinum koma við í hesa uppgerðina.

Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum ber til at síggja, at tann fyrsti persónurin við Covid-19 doyði 11. mars.

Tann dagurin flest fólk doyðu var 19. mars, tá fimm fólk, sum vórðu staðfest smittað við koronavirus, doyðu.

Fyrr í dag upplýsti Statens Serum Institut, at 254 eru innløgd á sjúkrahús við koronavirus. Av teimum eru 55 innløgd á intensivari deild, og 47 teirra eru í respirator.

Tað er ein hækking frá 232 innløgdum í gjár. Tá vóru 46 av teimum á intensivari deild, meðan 40 vóru í respiratori.

Enn er eingin deyur í Føroyum og í Grønlandi. Í Føroyum eru 118 staðfest smittað og ein er innlagdur. Í Grønlandi eru fýra staðfest smittað.

/ritzau/