Nú eru 37.897 akfør í Føroyum

Sølan av nýggjum bilum higartil í ár er vaksin við 15 prosentum

Í dag eru skrásett 37.897 akfør í Føroyum. Tað eru 605 fleiri enn á nýggjárinum, tá tey vóru 37.292  í tali.

Størsti bólkurin av akførum eru persónbilarnir, sum eru 25.335 í tali. Tað eru 480 fleiri enn á nýggjarárinum, tá teir vóru 24.855 í tali.

Sølan av nýggjum akførum higartil í ár er vaksin við 136 akfør fleiri enn sama tíðarskeið í gjør.

##med2##

Sølan av nýggjum persónbilum er tann, sum fyllir mest í hagtølunum hjá Akstovuni. Higartil í ár eru seldir 804 nýggir persónbilar. Tað eru 99 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá seldir vóru 705.

Samlað søðan av nýggjum akføru er higartil í ár vaksin við 15 prosentum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Hagtøl um skráseting av nýggjum akførum fyrstu fýra mánaðirnar í ár