Nú eru 38.887 akfør í Føroyum – 208 eru el-rikin

Av teimum 38.887 akførunum, sum eru skrásett í Føroyum, eru 25.932 teirra persónbilar.

Tað sæst í tølunum hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp fyri árið 2019.

Næsthægsta talið er fyri vøruvognar, sum eru 4.271 í tali. Síðani koma viðfestisvognarnir sum triði bólkur. Teir eru 3.430 í tali.

Av persónbilunum eru 15.881 bensinbilar, 9.876 dieselbilar og 175 el-bilar.

Av vøruvognunum eru 4.066 bensilbilar, 197 bensinbilar og 8 el-bilar.

Prutlini í Føroyum eru 1.835, motorsúkklurnar eru 624, bussarnir eru 100, hýruvognarnir 69. Ein traktorur er skrásettur í Føroyum, 4 sópimaskinur og 3 pylsuvognar.