Nú eru fleiri kvinnur á almenna listanum

Bæði borgarstjórin og formaðurin í teknisku nevnd í Nes kommunu taka seg nú úr kommunupolitikki

Fimm av teimum sjey, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald at manna bygdaráðið í Nes kommunu, eru aftur hesa ferð á listanum

Fimm av teimum sjey, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald at manna bygdaráðið í Nes kommunu, eru aftur hesa ferð á listanum

Tað er stórt sannlíki fyri, at eingin kvinnulisti verður á bygdaráðsvalinum í Nes kommunu.

Nógvu tey undanfarnu valini hava tað verið tveir listar og onkra ferðina tríggir. Kvinnulistin hevur átt umboð í bygdaráðnum fyri Nes, Toftir og Saltnes í mong ár, og tríggjar ferðir – í 2004, 2008 og 2012 – vann kvinnulistin tvey umboð.

Í kvøld var almennur uppstillingarfundur í skúlanum á Toftum. Áhugin fyri fundinum var stórur. Møtt vóru millum 60 og 70 fólk, og ellivu fólk vórðu stillað á almenna listan, sum plagar at vinna flestu umboðini í bygdaráðið.

Á fundinum varð upplýst, at tað í løtuni verður ikki arbeitt við at manna kvinnulista. Tað vil tó ikki siga, at kvinnur ikki bjóða seg fram at manna bygdaráðið. Av teimum ellivu, ið eru á almenna listanum, eru fýra kvinnur og sjey menn.

Undanfarnu valini er tað meiri enn einaferð komið fyri, at ein ella tvær kvinnur í fyrstu atløgu hava verið á almenna listanum, men so hevur kvinnulisti verið mannaður, og tá hava tær, sum vóru á almenna listanum, tikið seg av honum og eru farnar á kvinnulistan.

Soleiðis verður tað eftir øllum at døma ikki hesa ferð, nú tað eru fleiri kvinnur á almenna listanum, enn tað áður hava verið.

Nú er tað nakað síðani, at borgarstjórin í Nes kommunu seinastu átta árini, Jóhannus Danielsen, boðaði frá, at hann fór ikki at vera á listanum. Á fundinum í kvøld varð tað greitt, at heldur ikki Niclas Davidsen, sum hevur sitið í bygdaráðnum seinastu átta árini, og sum er formaður í teknisku nevnd, verður á listanum.

Í bygdaráðnum í Nes kommunu eru sjey limir. Hinir fimm limirnir eru á listanum. Teir eru Súni í Hjøllum, Elin á Torkilsheyggi, Høgni Hansen, Petur Jákup Petersen (Dakko) og Kaj Eli Hansen.

Tey ellivu, sum í kvøld vórðu sett á almenna listan í Nes kommunu, eru hesi:

  

Petur Jákup Petersen (Dakko)

Elin á Torkilsheyggi

Kaj Eli Hansen

Janus Thomsen

Heini Kristiansen

Høgni Hansen

Súni í Hjøllum

Hanna Krista Poulsen

Jan Højgaard

Hallfríð Kjeld

Rannvá í Túni

Fimm av teimum sjey, sum fyri fýra árum síðani vórðu vald at manna bygdaráðið í Nes kommunu, eru aftur hesa ferð á listanum