Nú eru øll við at fáa streymin aftur

Eitt brek á Sundsverkinum legði alt meginøkið í Føroyum myrkt nú seinnapartin. Tað var fyri hálvum øðrum tíma síðani, umleið klokkan 16.30, at streymurin fór um alt meginøkið.

Tað gekk ein løta áðrenn Sev fann feilin, men talan var um eitt brek á Sundsverkinum og tað er síðani umvælt.

Sev sigur, at nógv hava fingið streymin aftur, men at tað verður hvørja løtu, so lýsir aftur allastaðni