Nú eru strangari krøv sett fyri hvør kann vera duravørur

Duravørar á skeinkistøðum og skeinkistøðum kring landið, skulu nú lúka ávís krøv

Nú er mark sett fyri hvør kann vera duravørur

 

Duravørar á skeinkistøðum og skeinkistøðum kring landið, skulu nú lúka ávís krøv

 

Hereftir skulu tey, sum eru duravørar á skeinkistøðum og matstovum kring landið, lúka ávís krøv, annars kunnu tey ikki vera duravørar.

Tað er úrslitið av eini nýggjari kunngerð, sum nú er sett í gildi.

Myndugleikarnir hava hildið, at tað er ov tilvildarligt, hvør kann vera duravørur. Eitt nú eru dømi um, at fólk, sum eru dømd fyri harðskap, og fyri brot á lógina um rúsevni, hava verið duravørar. Tað halda tey ikki, er rætt, tí duravørar hava nógv við full fólk at gera og tí eigur ein ávís trygd at vera fyri, at teir duga sær hógv.

Tískil er tað nú eitt krav, at duravørar skulu ikki hava dóm fyri revsiverd viðurskifti, sum hava við sær, at vandi er fyri, at starvið verður misnýtt.

Somuleiðis skulu duravørar ikki hava havt eina slíka atferð, at orsøk er at halda, at teir ikki fara at røkja starvið á fullgóðan hátt.

Samstundis skulu durarvørar nú hava prógv í fyrstuhjálp og prógv í at brúka alla vanliga eldsløkkingar útgerð, og teir skulu eisini vita, hvar rýmingarleiðirnar eru.

Harafturat skulu duravørar vera kunnugir við reglurnar í matstovulógini, rúsdrekkalógini og í politiviðtøkunum.

Men hava duravørar hinvegin eina viðkomandi útbúgving, ella eitt viðkomandi starv, kann loyvisnevndin geva undantak frá krøvunum, men tað verður ikki útgreinað, hvar viðkomandi útbúgving, ella starv, er.

Og er tað trot á duravørum, kann loyvisnevndin eisini geva duravørum eitt fyribils undantaksloyvi, men tað verður í mesta lagi galdandi í eitt ár.

Somuleiðis skulu duravørar vera í arbeiðsklæðum, har tað týðiliga sæst, at viðkomandi er duravørur.

Tað er eisini eitt krav, at duravørar hava samleikaprógv uppi á sær og vilja gestir, ella myndugleikar, sleppa at síggja tað, skulu teir vísa tað fram.