Nú eru yvir 40.000 akfør í Føroyum

– Men bara eitt prosent av persónbilunum í Føroyum nýta el-orku.

Sambært seinastu uppgerð hjá Akstovuni, sum er gjørd fyri ársins fyrstu 10 mánaðir, so eru tað 40.120 akfør skrásett í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at talið er farið upp um 40.000.

Í hesum tali eru roknað øll akfør við nummarplátum. Tað vil siga, at íroknaðir eru eisini viðfestisvognar, kampingvognar og aðrir vognar, sum ikki hava motor, men verða drigin av øðrum akfari.

4.493 akfør eru av slíkum slag, sum eru skrásett, men sum ikki hava motor. Skrásett eru 35.627 akfør, sum hava motor.

Størsti einstaki bólkur av akførum eru persónbilarnir. Teir eru 26.534 í tali.

16.334 hava bensinmotor

9.931 hava dieselmotor

269 hava elmotor.

Tað merkir

• at 61,6 prosent av persónbilunum brúka bensin

•at 37,4 prosent av persónbilunum brúka diesel

•at 1 prosent av persónbilunum hava el-motor.