Nú fæst ein endi rokinum um Novo Nordisk

Føroyskir politikarar fara nú at vitja illa umstrídda Novo Nordisk, sum hevur bjóðað sær til at gera eina diabetismiðstøð í Føroyum

Nú verður tað ikki leingi, at ein endalig loysn fæst á illa umstrídda tilboðnum frá Novo Nordisk um at gera eina diabetis miðstøð í Føroyum.

Seinni í hesum mánaðinum fara føroyskir politikarar nevniliga til Danmarkar at vitja Novo Nordisk fyri at fáa greiði á, hvat ætlanin ítøkiliga ber í sær.

Tað var í fjør, at umboð fyri Novo Nordisk vendu sær til Heilsumálaráðið um at stovna eina diabetismiðstøð í Føroyum. Tá svaraði Heilsumálaráðið, at arbeitt varð ikki við málinum tá.

Tað elvdi til rættiligt politiskt rok, og serliga legði andstøðan í Løgtinginum hart út um, at Sirið Stenberg skuldi havt nokta fyri samstarvi Novo Nordisk, bara tí at tað var danskt.

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins førdi fram, at Sirið Stenberg hevur »noktað Novo Nordisk Grunninum at seta á stovn miðstøð fyri diabetes í Føroyum«, hóast ein slík miðstøð av álvara sett gongd á at menna diabetesviðgerðirnar í heilsuverkinum.

Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, segði, at tað er av berum »national romantiskum halloyi« at hon hevur víst tilboðnum frá sær.

Men Sirið Stenberg hevur fleiri ferðir víst á, at tilboðið er ikki vrakað, men at arbeitt verður við tí.

Hon fekk eisini at vita frá Novo Nordisk, at tey vilja bíða eftir, at føroyskir myndugleikar vóru lidnir at viðgera málið.

Men hon heldur, at talan er um eitt umfatandi mál, tí reisir grundleggjandi spurningar, eitt nú um at lata privat fáa ávirkan á okkara heilsupolitikk.

Í sambandi við viðgerðina var tískil ein arbeiðsbólkur stovnaður við einum umboði

fyri hvønn flokk at umrøða málið, men fleiri av teimum vildu ikki møta á fundi.

Men nú er so avgjørt, at ein nevnd, við einum umboði úr hvørjum flokki, fer til Danmarkar 25. juni at vitja bæði Novo Nordisk, og eina diabetismiðstøð hjá grunninum.

Sirið Stenberg sigur, at tað hava verið nógvar misskiljingar í Føroyum um hetta málið, og hon heldur eisini, at sumt av tí, sum er ført fram fram andstøðuni, og øðrum, hevur ikki  verið serliga sakligt.

Men nú hava tey so avtalað við Novo Nordisk um at taka ímóti eini sendinevnd úr Føroyum soleiðis at føroyskir politikarar kunnu hoyra frá frá grunninum sjálvum, hvat tilboðið í roynd og veru ber í sær.

Hon sigur, at eftir tað ferðina ber til at taka eina væl grundaða avgerð um, hvussu farast skal fram.

Sjálv heldur hon, at tann avgerðandi spurningurin er, um tilboðið frá Novo Nordisk leggur nakað afturat teimum tilboðum, diabetis sjúklingar longu hava í Føroyum.