Nú fer nátungatíðin at halla

Eftir veðurforsagnunum at døma verður ikki nógvur nátungi tikin aftrat á sjónum í hesi vertíðini.

 

Mangt bendir á, at nú er nátungatíðin liðug. Veðurforsagnirnar eru einki serligar fyri teir næstu dagarnar.

Mangt bendir á, at nú er nátungatíðin liðug. Veðurforsagnirnar eru einki serligar fyri teir næstu dagarnar.

 

Í dag skriva vit 6. september, og tað merkir, at nátungatíðin er farin at halla. Enn kunnu nátungar takast á sjónum, um tað viðrar, men nú skal helst ikki nógv lot til, áðrenn ungin lættir sær á og fer á flog móti lotinum.

Dagurin í dag hevur neyvan givið nógvan náta, tí lotið hevur helst verið ov frískligt. Hann hevur verið høgur í ættini, og tá ber einki til norðan fyri. Hann hevur eisini vitað av landnyrðingi, og landnyrðingurin roynist illa eystanfyri.

Í morgin, leygardagin, kundi líkt verið til, at fyrraparturin av degnum kanska fer at roynast eina løtu, men sum dagurin gongur, veksur vindurin upp í 8 til 13 metrar um sekundið, og tá er ikki roynandi eftir náta.

Sunnudagurin byrjar við sama veðri, sum leygardagurin endar, 8 til 13 metrar um sekundið, men sunnudag er ikki loyvt at veiða fugl kortini.

Mánanáttina minkar hann vindin niður í 3 til 8 metrar um sekundið, og hetta veðrið heldur fram mánadagin eisini, tá ættin verður millum vestan og útsynning.

Mánadagin hava vit 9. september, og tað er ikki óhugsandi, at hetta verður seinasti nátadagur í hesi vertíðini, tí týsdagin 10. september kemur vindferðin upp í 5 til 10 metrar um sekundið og seinni um dagin upp í 15 metrar um sekundið.

##med2##

Mangt bendir á, at nú er nátungatíðin liðug. Veðurforsagnirnar eru einki serligar fyri teir næstu dagarnar.

Her er tað Marnar á Skúr, sum hevur verið eftir nátungum. Myndin er ikki tikin í vertíðini í ár.