Nú gongur betur at reka

Grindin verður hildin til í Trongisvági um lítla løtu

- Tað má henda nú, um tað skal vera.

Tað sigur Beinir Debes, grindaformaður í Froðba um grindina, sum tvøramenn í løtuni eru í ferð við at reka inn á sandin í Trongisvági. 

Hon er komin nakað inn um Saltsiloina, og tað gongur frægari at reka hana nú, enn tað hevur síðstu løtuna. Hon hevur kavað illa og var undir í eina góða løtu í áðni.

- Vit vóna at fáa hana á sandin um lítla løtu, sigur grindaformaðurin.

Nógv fólk eru á sandinum beint nú.

##med2##