Nú hækka lønirnar ikki meiri

Stígur er komin í lønirnar, bæði hjá kvinnum og monnum

Í november í ár vórðu 860 milliónir goldnar í lønum á arbeiðsplássum kring landið. Tað eru fimm milliónir færri enn fyri einum ári síðani, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Hagstovan sigur, at gongdin hesa seinastu tíðina vísir, at lønargjaldingar hækka ikki longur, og at stígur er komin í, bæði hjá kvinnum og hjá monnum. Annars er munurin ímillum kynini óbroytt og menninir hava framvegis nógv hægri løn enn kvinnurnar hava. Í november ár fingu menninir 524,7 milliónir í løn og kvinnurnar fingu slakar 189 milliónir minni í løn, ella 336 milliónir.

Annars vísir uppgerðin, at í bólkinum, sum eitur tænastuvinnur, hækka lønirnar framvegis eitt sindur, men í øðrum vinnubólkum eru tær lækkaðar. Bólkurin, sum eitur almennar tænastur, er størsta vinnugrein, tí har vóru góðar 294 milliónir goldnar í lønum í november, og í bólkinum, sum eitur privatar tænastur, vórðu slakar 267 milliónir goldnar í lønum.

Hesin bólkurin varð hart raktur av tiltøkunum, sum vórðu sett í verk fyri at forða fyri, at korona skuldi breiða seg og fyrr í apríl í ár vórðu ikki meiri enn 233 milliónir goldna í lønum í hesum bólkinum, men síðani er støðan nógv batnað aftur, men nú, síðst í desember, eru upplatingartíðir hjá matstovum og skeinkistøðum aftur avmarkað, tí til sunnukvøldið 3. januar, skal alt lata aftur klokkan 22.

Í bólkinum, sum eitur fiskivinna og øðrum tilfeingisvinnum, vísa pílarnir niðureftir, tí í november í fjør, vórðu 184 milliónir goldnar í lønum og í novembar í ár vórðu 156, 6 milliónir goldnar í lønum í hesum bólkinum.

Afturgongd er eisini í lønargjaldingunum í bólkinum, sum eitur byggivinna og onnur tilvirking, tí har vóru lønargjaldingarnar 146,5 milliónir fyri einum ári síðani, men í november í ár vóru tær 140 milliónir.