Nú hava 21 fólk afturat fingið arbeiðið á Tvøroyri

Í næstu viku fara tey aftur undir arbeiðið á Virkinum hjá Varðanum á Tvøroyri

Í næstu viku verður aftur farið undir arbeiðið á Vuppsjóvarvirkinum, Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og í hesum sambandi eru tað 21 fólk, sum skulu byrja sín fyrsta arbeiðsdag á virkinum.

Hallur Djurhuus, søla- og marknaðarfólk á Varðanum Pelagic, sigur, at hetta eru fólk, sum koma fyri fólk, sum eru farin úr starvi tí at tey eru farin undir lestur, í annað starv, o.s.fr.

 

##med2##

Tilsamans verða tað sostatt 70 fólk, sum arbeiða á virkinum og tey arbeiða í trimum vaktum. Men har afturat eru so tey, sum eru í øðrum størvum enn í sjálvari framleiðsluni.

Fyrr í vikuni hevði Varðin Pelagic kunningardag fyri tey nýggju starvsfólkunum har tey vórðu boðin vælkomin, og har tey fingu kunning um virkið, og har tey so eisini fingu høvi til at heilsa upp á hvønn annan.

 

##med3##

– Varðin Pelagic framleiðir fiskavørur til matna til viðskiftafólk um alla verðina og tí varð stórur dendur lagdur á reinføri og at handfara fisk, arbeiðsmannagongdir og trygd, alt fyri at tryggja, at vøran er fyrsta floks, tá ið hon fer av virkinum.

Tey níggju starvsfólkini fingu eisini høvi til at síggja sjálvt virkið.

 

##med4##