Nú hava hesar gjørt fyrsta Varðan

Nýggja ritstjórnin vil brúka Varðan sum boðbera fyri føroyskt mál og føroyska mentan

Mentanarritið Varðin er útkomið við nýggjari ritstjórn.

Eftir at Dorit Hansen í góð fýra ár stílaði fyri Varðanum, hava tríggjar kvinnur nú tikið við. Tær eru Sanna Klein, Sanna Andrassardóttir Dahl og Rakel Helmsdal.

Nýggi Varðin, sum er nummar 87 í røðini, er góðar 240 síður stórur og inniheldur ummæli, hugleiðingar, samrøður, yrkingar, stuttsøgur og annað. Yngri og eldri fólk hava skrivað tekstirnar í ritinum, og tekstasløg og innihald eru fjølbroytt.

Í formæli ger nýggja ritstjórnin greitt, hvørja ætlan hon hevur við Varðanum.

– Vit tríggjar sita sum nýggj ritsjórn í Varðanum og eru samdar um týdningin av hesum aldargamla riti. Varðin er og hevur verið boðberi fyri føroyska mentan og ein viti fyri føroyska málið seinastu øldina. Varðin skal helst vera ein lýsing av føroyska mentanarpallinum, og tað halda vit eisini, at Varðin 87 er, skriva tær í formælinum.

Tær vísa á, at mentanarlívið hevur havt eitt sera trupult ár, nú koronusmittan hevur órógvað alt virksemi í samfelagnum – eisini mentanarlívið.

– Listafólk hava tó møguleikan at miðla sína list í Varðanum. Vit eru her framvegis, og vit hava framvegis eitt framúr úrval av føroyskari list, mentan og viðgerð av hesum, og vit ætla okkum framvegis at verða borðberi fyri føroyska málið og mentanina, skrivar ritstjórnin í Varðanum. 

Listakvinnan Silja Strøm hevur gjørt kápumyndina til Varðan nummar 87.

##med2##