Nú hava sumbingar fingið sólorku

Væntandi fer at tað at gera 20 prosent av streyminum, sumbingar brúka

Nú er Føroya fyrsta sólorkulund alment tikin í nýtslu.

Hon er á Krossinum í Sumba og Sev sigur, at talan er um eina tvey ára royndarverkætlan, sum skal geva eina ábending um, hvussu stóran týdning sólorka kann fáa í samband við at fáa burðardyggar orkukeldur í Føroyum.

 Sólorkulundin fer ikki at geva nevnivert at streymi hesa árstíða. Men hon er eisini serliga ætlað at geva streym í summarhálvini, tá tað er minni av vindi og regni

– SEV hevur tó avgjørt at seta lundina upp nú, soleiðis at, beinanvegin, ber til at gera sær royndir við, hvussu sólpanelini halda í illveðri.

Tað ar Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar, sum trýstið á knøttin, og setti verkið til

Sólorkuverlið er nú ein partur av framleiðsluni hjá SEV í Suðuroy og tað er Vágsverkið, sum hevur ábyrgdina av sólorkulundini í Sumba.

Gongst sum ætlað, fer sólorkuverkið at geva umleið 160 MWt, og tað svarar til umleið 20 prosent av streymnýtsluni í Sumba.

Sev sigur, at helst er hetta bara tann fyrsta av fleiri slíkum verkætlanum í Føroyum, og stórur áhugi er fyri, hvussu fer at hilnast.

Sólorkulundin er ein av fleiri verkætlanum hjá SEV, sum liggja fyri framman.

– Gongst sum ætlað, fer SEV at seta sjey vindmyllur upp næsta ár, og saman við battaríum og aðrari tekniskari útgerð, sum ætlanin er at royna, kann Suðuroyggin verða ein orkumiðdepil, tá talan er um varandi orku, sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá Sev.