Nú hava vit fingið nýggja javnstøðunevnd

Allir nevndarlimirnir eru nývaldir, uttan ein

Mai Laksáfoss simonsen, er nýggj forkvinna

Mai Laksáfoss simonsen, er nýggj forkvinna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, hevur nú valt nýggja javnstøðunevnd.

Og har er stór útskifting, tí fýra av teimum fimm nevndarlimunum, eru nývaldir. Tað er bara Niels Winther, sum umboðar arbeiðsgevararnar, sum er afturvaldir.

Nýggj forkvinna í javnstøðunevndini, er Mai Laksáfoss Simonsen, sum umboðar landsstýrið.

Annars er nevndin mannað soleiðis:

Annfinnur Garðalíð um umboðar løntakarar

Niels Winther umboðar arbeiðsgevarar

Hedvig Johansdóttir umboðar skúla-, heilsu- og almannaverk

Helena Fríðheim umboðar Kvinnufelagssamskipan Føroya
 
Varaumboð eru hesi:
Jón Harald Poulsen, næstformaður, umboðar landsstýri

Mary Antonsdóttir, varaumboð fyri løntakarar

Jórun Gardar, varaumboð fyri arbeiðsgevarar

Leif Olsen, varaumboð fyri skúla-, heilsu- og almannaverk

Annetta Saltá, varaumboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya
 
Tað eru arbeiðsgevarar, løntakarar, skúla-, heilsu- og almannaverk og Kvinnufelagssamkipan Føroya, sum skjóta limirnar upp, sum landsstýriskvinnan síðani setir.

Fremsta uppgávan hjá Javnstøðunevndini er at hava eftirlit við at javnstøðulógin verður hildin. Endamálið við Javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.

Javnstøðunevndin fer seinni í vikuni á fund við landsstýriskvinnuna, og fer eftir hetta til verka, sigur Almannamálaráðið í eini fráboðan nú fyrrapartin.

Mai Laksáfoss simonsen, er nýggj forkvinna