Nú hevur eingin í Føroyum korona

Fyri fyrstu ferð í meiri enn sjey mánaðir, eru Føroyar aftur koronufríar og nú eru útlit fyri, at avmarkingarnar verða linkaðar, sigur løgmaður

 

 

Vit gera nógv rætt í Føroyum. Tað er niðurstøðan hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni í morgun. Tað sigur hann, nú tað er staðfest, at vit aftur eru koronufrí í Føroyum

– Føroyar eru eitt av teimum fáu londonum í heiminum, har eingin hevur koronu, sigur løgmaður. Í dag er nevniliga staðfest tann koronu-sjúklingurin er frískur aftur.

Hetta er fyrstu ferð síðani tann 3.juli í fjør, ella meiri enn sjey mánaðir, at eingin koronasmitta er staðfest í Føroyum 

– Hetta vóru frálík tíðindi at fáa, nú arbeiðsvikan er við at halla. Í Føroyum hava vit gjørt nógv rætt. Ein styrki hevur verið, at vit hava hildið fast um somu ætlan við at kanna, finna tey smittað og avbyrgja tey, sigur hann.

– Gaman í hava vit ikki verið samd í øllum lutum, men hvørja ferð smittuhóttanin er vaksin, hava vit øll drigið somu línu og hava steðgað smittuni, sigur løgmaður, sum er takksamur fyri stríðið, ið øll hava verið ígjøgnum seinasta árið.

Løgmaður leggur dent á, at vilja vit varðveitu sjáldsomu góðu støðuna, mugu vit framhaldandi ansa eftir. Korona kann aftur taka dik á seg, bæði skjótt og brádliga, men við útlitum fyri, at flest øll verða koppsett um tríggjar mánaðir, snýr tað seg um at halda fram við at taka neyðug fyrivarni, sigur hann

– Vit hava, at kalla, livað frítt og frælst í Føroyum, men kortini eru nakrar fáar avmarkingar eftir, sigur hann.

Hann sigur, at í landsstýrinum hyggja í løtuni eftir, hvørji stig eiga at verða tikin komandi mánaðirnar. Við ongum smittaðum í løtuni, og útlitunum fyri, at fleiri og fleiri verða koppsett, er grundarlag fyri at linka tilmælini, sigur hann.

Hann sigur í næstu viku fara vit at kunna um ætlaðu broytingarnar,

Fyri fyrstu ferð síðani tann 3.juli 2020 er eingin koronasmitta staðfest í Føroyum