Nú hóttir frostið

Í nátt verður frost í støðum

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri í dag, men nú verður kaldari.

Í dag verður sum frálíður 5-10 m/s av norði, mest skýggjað veður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 2 og 6 stig.

Í kvøld og í nátt minkar vindurin niður í 3-8 m/s av norði og útnyðringi. Turt og skýggjað. Hitin verður millum 0 og 5 stig – í støðum kann tað verða eitt sindur av frosti.

Sunnudagin verður upp í 8-13 m/s av útsynningi. Skýggjað veður. Út á dagin fer at regna av vestri. Hitin verður millum 3 og 7 stig.