Laila Tihekari starvast í Kiosk Activ í Hornabø í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

Nú kann eg aftur hyggja í speglið

– Og tað hevur mær ikki dámt áður, sigur Laila Tihekari, sum er farin undir eina lívsstílsbroyting og er lætnað 57 kilo síðani september mánað

Laila Tihekari starvast í Kiosk Activ í Hornabø í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

– Eg eri tó ikki komin á mál, tí enn vanta eini 10-20 kilo, sigur Laila Tihekari, sum hevur verið á slankikurinum Keto.

Í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð er samrøða við Lailu Tihekari, har hon greiðir frá trupulleikanum, sum hon hevur havt alt lívið við vektini.

– Tá tú vigar ov nógv, er tað líkamikið, hvat tú gjørdi við teg sjálva, tí eg sá tað sama út kortini. Tá hevur tú ikki líka góðan hug at fríðka teg, sigur 50 ára gamla Laila Tihekari.

– Eg havi havt eitt gott lív, men tað hevur ikki verið stuttligt at stríðst við yvirvekt. Eg havi merkt, at fólk hava hugt eftir mær, og tí havi eg kent meg øðrvísi og roynt at goymt meg aftan fyri onnur. Eg gjørdist tí meiri afturhaldandi, sigur hon.

– Eg eri nógv glaðari og eri farin at dáma meg sjálva, men eg havi havt nógvar niðurtúrar og verið kedd, tí vektin hevur fylgt nógv í lívi mínum.

##med2##

– Eg haldi, at eg var falskt glað, eg var altíð glað úteftir, men innast inni í mær sjálvari var eg kedd. Í dag kennist alt nógv lættari, eg havi fingið meiri orku og havi meiri yvirskot. Eisini er sjálvsvirðið vorðið betri, sigur Laila Tihekari.

Lesið samrøðuna við hana í Sosialinum um, hvussu hon hevur tapt seg.

##med3##

Laila Tihekari starvast í Kiosk Activ í Hornabø í Havn. Mynd: Álvur Haraldsen

Laila nú og áður. Jakkin er hin sami, og hurðin hin sama