Nú koma nýggj koronutilmæli

Landsstýrið fer at leggja fram nýggj koronutilmæli

Fríggjadagin kl. 11:00 verður tíðindafundur í Kringvarpi Føroya, har nýggj koronutilmæli verða løgd fram.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, fara at greiða frá.

Í løtuni er eingin koronusmitta í Føroyum. Seinasta mánaðin eru bert fýra smittutilburðir staðfestir í Føroyum. Seinasti tilburðurin var staðfestur 15. februar.