Bara 10 søkt á skiparaskúla hesa ferð

Tað verður kanska eingin nýggjur skiparaflokkur hesa ferð

Skulu føroyingar framvegis kunna kalla seg eina siglandi tjóð, má okkurt alvorligt gerast, og tað heilt skjótt.

Vandi er fyri, at tað verður eingin nýggjur flokkur tikin inn á skiparaskúlan á Vinnuháskúlanum nú í januar.

Orsøkin er heilt einfalt, at tað eru alt ov fáir umsøkjarar.

 

Eftir ætlan skal núggjur flokkur byrja á skiparaskúlanum, men tað eru so fáar umsóknir, at stórur vandi er fyri, at flokkurin dettur niðurfyri.

Higartil hava bara 10 næmingar søkt inn á flokkin, sum skal byrja nú í januar og á Vinnuháskúlanum siga tey, at tey skulu helst vera eini 20 næmingar til at manna ein flokk.

Orsøkin til, at tað eru so fáar umsóknir er ikki tí, at ungir føroyingar hava mist hugin at sigla.

Orsøkin er rætt og slætt, at upptøkukrøvini eru so hørð, at tað ber illa til at lúka tey.

Nógv hava hug at fara á skiparaskúla, men fyri at sleppa á skúla, skulu næmingar hava siglt í 18 mánaðir og tað er her, hundurin liggur grivin, siga tey á Vinnuháskúlanum.

 

- Tað eru rætt og slætt og fá skip at tað næmingarnir kunnu fáa siglingstíð. Og á summum skipum eru umstøðurnar so vánaligar, og hýran so lá, at ungdómurin vil ikki umborð.

 

Ein skiparaskúli er eisini í Klaksvík, men har verða næmingar ikki tiknir inn aftur fyrrenn um eitt ár.

Eisini har er næmingatalið fellandi, tey hava havt flokkar upp á nakrar og tjúgu næmingar, men í flokkinum, sum nú er á skúlanum, eru teir 14.

 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður, hevur spurt Bjørn Kalsø, landsstýrismann í skúlamálum, hvat hann ætlar at gera við støðuna.

 

Bjørn Kalsø staðfestir, at seinastu árini hevur tilgongdin til skiparaútbúgvingina verið fellandi, men higartil hevur tað so eydnast at manna allar flokkarnar.

 

Hann ásannar, at størsta avbjóðingin er at veita áhugaðum næmingum kravdu siglingstíðina.

 

- Tað er umráðandi, at okkara útbúgvingar eru á altjóða stigi, og í hesum sambandi er siglingartíðin er týðandi partur, sigur hann.

 

Í summar verður tiskil farið undir eina nýggja útbúgvingarskipan við aspirantum. Aspirantskipanin er ein skipað útbúgvinging, sum eisini fevnir um siglingartíðina og tí vænta tey, at tað fer at økja um tilgongdina av næmingum til skiparaskúlan, sigur Bjørn Kalsø.