Semingsroynd í morgin

Handverkarar og meistarar fara í morgin undir semingsroynd

Tað eru tvær vikur síðani, at samráðingarnar millum handverksmeistarar og handverkarafeløgini slitnaðu.

 

Tá varð gjørt av at boðsenda semingsstovninum, og í morgin verður so farið undir sjálva semingsroyndina.

 

Sáttmálarnir, sum vóru galdandi fram til 1. oktober, standa enn við. Hvørki verkfall ella verkfall er fráboðað.