Nú kunnu skeinkistøð aftur hava leingi opið

Og eingin ætlan er um at leingja stongsulin av matstovum og skeinginarstøðum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

Tað var tann 16. desember, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, setti í gildi kunngerð um, at matstovur og skeinkistøð skuldu steingja í seinasta lagi klokkan 22 á kvøld.

Hendan kunngerð var galdandi til og við sunnudagin 3. januar, sum var í gjár. Tað er við heimild í matstovulæógini, at landsstýrismaðurin hevur heimild at steingja matstovur og skeinkingarstøð av vanda fyri smittuspjaðing. Skeingingarstøð og matstovur fáa stuðul frá landinum fyri mistar inntøkur.

– Nei, tað er eingin ætlan um at leingja stongsulin, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

– Tølini eru ikki so alarmerandi, sum vit óttaðust. Men sigast skal tó, at vit fylgja ráðum frá Farsóttarnevndini, og haðani hava vit einki frætt enn, sigur Helgi Abrahamsen.

– Vit óttaðust, at smittutølini fóru at spreingjast, nú so nógv fólk komu uttanífrá, men tað hevur ikki verið so ringt, sum tað kundi verið, sigur hann.

 

Sum skilst hevur Farsóttarnevndin fund í dag.