Nú letur musikkskúlin upp

Musikkskúlin við Landavegin hevur hátíðarhald í sambandi við upplatingina í morgin.

Mynd: torshavn.fo

Mynd: torshavn.fo

Síðani 2017 hevur musikkskúlin staðið í gerð, eftir at avgerð varð tikin um endaligu staðsetingina við Landavegin, og nú, eitt sindur meiri enn tvey ár seinni, er skúlin liðugur.

Í tí sambandinum, bjóðar Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Musikkskúla til alment hátíðarhald við røðum og tónleiki í skúlanum í morgin, fríggjadagin 16. august, klokkan 16.

Skúlin er 2.600 fermetrar, íroknað konserthøllina, sum kann hýsa okkurt um 300 áhoyrarum. Tað er teknistovan Kontrast, sum teknaði bygningin, meðan Húsavarðartænastan hevur staðið fyri byggiarbeiðinum. Samlaði byggikostnaðurin er mettur at vera áleið 96,5 milliónir krónur.  

Mynd: torshavn.fo