Nú mugu vit fáa loyvi til at taka gjald fyri at parkera í Havn

Tað er ein fortreyt fyri at fáa loyst trupulleikan við parkering í Havn í næstu framtíð, sigur borgarstjórin

Vit mugu fáa loyvi til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi í Havnini. Tað staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Sum vit skrivaðu í áðni, fer Tórshavnar Býráð nú at seta sjøtul á arbeiðið at gera ein tunnil undir Havnini sum skal brúkast til parkeringspláss.

 

Les meiri um tað her: Fara nú at fyrireika kollveltandi tunnil undir Havnini

 

Ein slíkur tunnil fer at kosta einar 183 milliónir krónur, og Annika Olsen sigur, at skal býráðið rinda allan tunnilin sjálv, fer tað at taka sína tíð.

Tí endurtekur hon, at landsmyndugleikarnir mugu geva Tórshavnar Býráð heimild til at seta eina skipan við gjaldsparkering í gildi í Havn.

So kunnu fólk sjálvi gera av um tey vilja parkera, ella um tey heldur vilja brúka Bussleiðina, sum er ókeypis.

Tað hevur Tórshavnar Býráð tosað um í nógv ár, men hugskotið hevur ikki vunnið frama í Løgtinginum, og tí er tað ongantíð sett í verk.

– Tað gongur strilti at fáa løgtingslimir at skilja støðuna, helst løgtingslimir uttan fyri Havnina, og spurningurin er so, nær støðan er búgvin til at seta tað í verk, heldur borgarstjórin.

Borgarstjórin hugsar sær eina skipan, har gjaldið, sum verður tikið fyri at parkera, verður markað til at útvega enn fleiri parkeringspláss.

Eitt dømi um hetta er Tromsø í Noregi, har tey eisini hava eina skipan við parkeringstunlum og gjaldsparkering. Hjá teimum verður allur peningurin, sum kemur inn fyri parkering, settur í ein grunn við tí endamáli at gera enn fleiri parkeringspláss.

Tað merkir, at tey alla tíðina hava fígging til at útvega alsamt fleiri parkeringspláss, tí tað hvílur í sær sjálvum.

– Tað eru næstan allir býir, sum loysa ein stóran part av sínum ferðslutrupulleikum, og parkeringstrupulleikum við tunlum og jarnbreytum undir jørð, og tað er eisini tann vegin, vit mugu hugsa, so at vit fáa eitt stórt parkeringspláss undir jørð í Havnini, sigur borgarstjórin.

Í fyrstu atløgu sær hon fyri sær ein parkeringstunnil til 1000 bilar, men tað er avgerðandi, at hann verður skipaður soleiðis, at hann kann byggjast út alla tíðina, leggur hon afturat.

Annika Olsen sigur, at ber ikki til at fáa loyvi til at seta gjaldsparkering í gildi, kann parkeringstunnilin gerast til eitt alment partafelag, sum síðani tekur pening fyri at parkera upp á sama máta, sum við parkeringini á flogvøllinum.