Nú nærkast nýggi Klovn-filmurin

Upptøkurnar til síðsta filmin við Frank og Casper byrja í morgin

Casper og Frank í "Klovn - Forver" (Mynd: Holly Stein)

Casper og Frank í "Klovn - Forver" (Mynd: Holly Stein)

Í morgin byrja upptøkurnar til triðja Klovn-filmin. Hetta verður samstundis síðsti filmurin, har vit sleppa at fylgja rukkulívinum hjá Frank Hvam og Casper Christensen. Nýggi filmurin hevur fingið heitið "Klovn - The final".

Hetta hava Nutmeg Movies og Nordisk Film Distribution júst almannakunngjørt.

Tað eru skjótt 10 ár síðan, at fyrsti Klovn filmurin kom út, nevniliga Klovn - The Movie frá 2010. Fimm ár seinni, í 2015, kom seinni filmurin, Klovn - Forever. Fyrstu tveir filmarnir seldu fyri fleiri enn 1,3 milliónir í biografatgongumerkjum.

Meðan teir báðir fyrru filmarnir snúgva seg um ávíkavíst faðirskap og vinarlag, so kemur "Klovn - The final" sum skilst at snúgva seg um kærleika.

- Vit vilja fegnir seta eitt punktum við einum braki, og vit gleða okkum at fara í holt við upptøkurnar. Vónandi verður tað líka so stuttligt fyri áskoðararnar, sum vit halda, tað verður fyri okkum, siga Frank og Casper í tíðindaskrivi sent donskum miðlum.

"Klovn - The final" hevur frumsýning hin 30. januar í 2020.

 

 

Casper og Frank í "Klovn - Forver" (Mynd: Holly Stein)