Nú sær bjartari út hjá teimum sum eiga bát í Havn

Ætlanin er at fara undir stórarbeiði fyri bátseigarar næsta ár

Á Skálatrøð er stórur bátahylur, men hann forslær ikki tí eftirspurningurin er so stórur

Á Skálatrøð er stórur bátahylur, men hann forslær ikki tí eftirspurningurin er so stórur

Fyrra hálvár næsta ár er ætlanin at fara undir arbeiðið at gera nýggjan bátahyl til smábatar í Havn.

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.

Býráðið hevur samtykt at gera ein bátahyl í Álakeri á Vestaru Vág. Og nú hevur býráðið fingið eina kostnaðarmeting, og fara tey at royna at finna fíggingina til bátahylin.

Hann vil ikki siga, hvat kostnaðarmetingin er, men hann sigur, at tað er átrokandi at fáa arbeiðið gjørt og tískil væntar hann, at farið verður undir arbeiðið fyrra hálvár næsta ár.

Men tað veldst eisini um, antin tey fáa nakran at standa fyri arbeiðnum, tí allir arbeiðstakarar hava úr at gera.

Simuleringar av viðurskiftunum vórðu gjørdar í 2006, men síðani er nógv broytt, eitt nú er nýggur moli gjørdur á Eystaru Bryggja og tær broyta eisini umstøðurnar í Álakeri.

Hesa seinastu tíðina hava tey tískil gjørt nýggjar simuleringar, og úrslitið av tí er, at molin skal verða einar 20 metrar longri enn upprunaliga ætlað fyri at fáa tað púra kyrt í bátahylinunum.

Talan er um ein bátahyl til 200 - 250 bátar og Bogi Andreasen sigur, at hetta er eitt mál, tað er átrokandi at fáa avgreitt

Á nýggjárinum stóðu 200 bátseigarar á bíðilista til bátapláss, og tey hava øll goldið 2.000 krónur í depositum.

Formaðurin í Teknisku Nevnd leggur afturat, at tað er valla dagur, har ikki fólk ringja at biðja um bátapláss í Havn og bíðilistin verður alsamt longri.

Á Skálatrøð er stórur bátahylur, men hann forslær ikki tí eftirspurningurin er so stórur