Tíðindafólk og onnur áhugaði møttu mannsterk upp til tíðindafundin hjá Fólkaflokkinum á Gamla Apoteki klokkan 11 í morgun.
Frammanundan var greitt, at málið á skránni var, at tingkvinnan Annika Olsen, ið meldaði seg úr flokkinum í september, og meldaði seg í og úr Framsókn í sama mánaði, nú hevur meldað seg aftur í flokkin.
Tey uppmøttu vórðu tó noydd at bíða eftir høvuðspersóninum, ið tók sær góða tíð, áðrenn hon traðkaði inn í hølini í Gamla Apoteki.
Innkomin tók hon sess við liðina av Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, og so kundi tíðindafundurin endiliga byrja.
Miðlahúsið hevur fólk á staðnum, og meira verður at lesa og hoyra um fundin á in.fo, Vikuskiftis-Sosialinum og á Rás2.